Heimatíðindi

Fólkatalið veksur eisini á summum útoyggjum


Nú fólkatalið nærkast 50.000 - um tað ikki longu er farið uppum, men ikki skrásett - er hugaligt at síggja, at tað ikki bara er í miðstaðarøkinum og á størru plássunum, at fólkatalið veksur. Tórshavnar kommuna eigur framvegis størsta fólkavøksturin, og tá tað snýr seg um oyggjar, so taka tær størru oyggjarnar eisini tey flestu fólkini í tali. Men um verandi fólkatal á smærru oyggjunum verður havt í huga, so er fólkavøksturin í summum útoyggjum rættiliga stórur.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at Fugloy vaks við trimum fólkum í fjør, Svínoy við fýra, Hestoy við fýra og Stóra Dímun við einum.

Í Mykinesi og Skúvoy er ongin broyting, meðan fólkatalið í Kalsoy gekk øvugtan veg við níggju, Nólsoy minkaði við seks og Skúvoy við einum fólki.