Heimatíðindi

Jóngerð næstforkvinna í Starvsmannafelagnum


Frá vinstu: Hilmar Augustinussen, Bjørg Jacobsen, Súni Selfoss, Jóngerð Simonsen og Svend Åge Seloy.

Nevndin í Starvsmannafelagnum hevði sín fyrsta fund hósdagin, eftir nevndarvalið á aðalfundinum 4. mars og skipaði seg við Jóngerð Simonsen sum næstforkvinnu. Hon er vald fyri tvey ár. Jóngerð tekur við eftir Niels á Reynatúgvu, sum er farin úr nevndini, eftir at hava sitið trý valskeið, sum er markið fyri nevndarumboðan.

Jóngerð varð vald í nevndina í Starvsmannafelagnum á aðalafundinum í mars 2016. Hon starvast dagliga á Akstovuni.

Tveir nevndarsettir stóðu fyri vali á aðalfundinum 4. mars. Bjørg Jacobsen er nývald, og Svend Åge Seloy, sum hevur sitið tvær setur, varð afturvaldur.

Hini trý í nevndini - millum tey formaðurin - stóðu ikki fyri vali hesuferð.