Mentan

Tvey stuðulsumfør til yrkisleiklist


Tilvildarig mynd frá leikinum "Havfrúgvin" eftir Jóanes Nielsen, sum varð spældur á Tjóðpallinum í fjør

Vanliga er bara eitt stuðulsumfar til tað, sum á fíggjarlógini verður rópt "stuðul til yrkisleiklist", men í ár verða tvey umfør. Tað fyrra er júst lýst leyst at søkja. Mentamálaráðið skrivar á heimasíðu síni soleiðis:

"Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2017. Freistin at søkja er 15. apríl 2017.

Talan er um eitt eyka stuðulsumfar. Samlaða stuðulsupphæddin, ið er leys at søkja í hesum umfari, er 505.000 kr.

Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Lýst verður vanliga í oktober við umsóknarfreist miðjan desember. Umsóknirnar skulu sendast Mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsveitingarnar. Í 2017 er eitt eyka stuðulsumfar við umsóknarfreist 15. apríl."


Meira kunning HER