Mentan

Bjóða børnum at sýna fram síni "skrímsl"


Norðurlandahúsið bjóðar føroyskum børnum at sýna fram teirra list á skrímslaframsýning á barnafestivalinum, sum verður 1.-9. apríl 2017.

Børn eru okkara mest kreativu listafólk, og tí skal teirra list sjálvandi eisini vísast fram í Norðurlandahúsinum. Eitt av evnunum á barnafestivalinum hesaferð er “skrímsl”, og Norðurlandahúsið kundi hugsað sær at vitað, hvussu føroysk børn halda, at skrímsl síggja út. Tí bjóða vit øllum børnum at lata eitt listaverk inn til okkara framsýningina “Skrímslið hjá mær”, sum verður frammi allan barnafestivalin.

Listaverkið skal vera ein standmynd millum 25 og 50cm og skal kunna hanga ella standa. Alt tilfar er loyvt frá pappíri og klæði til træ, grót og sjálvandi endurnýtslutilfar.

Listaverkini verða sýnd fram inni í Klingruni og uttanfyri Norðurlandahúsið, um okkurt Skrímsl tolir at standa úti.

Skrímslini skulu latast inn í Norðurlandahúsinum mánadagin 13. og týsdagin 14. mars millum 10.00 og 17.00. Listaverkið skal vera týðiliga frámerkti við navni og aldri á barninum.

Nærri kunning HER 

  

  

Nýggjastu greinar