Heimatíðindi

Professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum


Mynd: Setur.fo

Hans-Georg Beyer er týskur alisfrøðingur við serkunnleika innan gransking í varandi orku. 16. desember í fjør varð hann settur í starv á Fróðskaparsetri Føroya fyri at menna gransking og útbúgving innan varandi orku. Nýsetti professarin hevur starvsroyndir úr Týsklandi, Brasilia og Noregi.

Sum siður er, tá ið professari verður settur, so verður skipað fyri professarafyrilestri mikudagin 22. mars kl. 15. Fyrilesturin verður í Ovastovu, og evnið verður gagnnýtsla av vindorku – um søguna, um aktuellu støðuna og um framtíðina, upplýsir Fróðskaparsetur Føroya.

Hans-Georg Beyer

Meira um fyrilesturin kann lesast HER