Heimatíðindi

23 útbúnir demenssamskiparar


Mynd: torshavn.fo

Á samkomu á Hotel Hafnia hósdagin fingu 23 heilsustarvsfólk prógv sum demenssamskiparar. Frammanundan høvdu nýklaktu samskipararnir í demens lagt fram verkætlanir, sum teir hava arbeitt við. Starvsfólkini fóru undir útbúgvingina fyri fýra mánaðum síðani, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Flestu samskipararnir starvast hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, og so hava starvsfólk í kommunusamstørvunum á eldraøkinum kring landið og starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eisini tikið útbúgvingina.
Til prógvhandanina ynskti Annika Olsen, borgarstjóri, øllum til lukku við útbúgvingini, sum styrkir førleikar til tvørfakliga samstarvið við læknar og onnur starvsfólk.