Mentan

Runavík: Stórur áhugi fyri málningaframsýningini


Tað er stórur áhugi fyri málingaframsýningini, sum verður í Skúlanum við Løkin á páskum og nógv hava longu sent inn málningar. Tað upplýsir Runavíka kommuna á heimasíðu síni.

Freistin at melda til er 27. mars. Væntandi fara at verða einir 170 málningar við á framsýningini. Málningaframsýningin verður opin páskadag og annan páskadag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.

- Hetta hevur í nógv ár verið eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið væl vitja. Framsýnararnir eru alt frá teimum, ið royna seg á fyrsta sinni, til listafólk við drúgvum royndum. Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til skótahúsið við Løkin, ið er karmur um arbeiðið hjá KFUM skótunum á Skálafjørðinum, sigur kommunan.