Kjak

Kvøða til Kringvarpið


Í hesi vikuni vóru tað 60 ár síðan føroyingar fingu sítt egna útvarp, Útvarp Føroya, sum seinni varð lagt saman við Sjónvarpi Føroya undir heitinum Kringvarp Føroya. At Útvarp Føroya kom, var einki minni enn ein kollvelting fyri føroyska miðlalandslagið og Føroyar sum land. Brádliga høvdu vit ein loftmiðil á føroyskum, sum fekk ómetaliga stóra ávirkan á fleiri økjum, bæði tá tað kemur til at menna kjak og fólkaræði, men eisini sum málsligur og mentanarligur tungvektari, ið myndar okkum sum fólk.

Kringvarpið hevur brúkt meginpartin av vikuni at viðgera seg sjálvt og hvønn týdning kringvarpið hevur. Ymiskir áhugabólkar hava givið sítt íkast og allir halda, at kringvarpið skal mennast á júst teirra øki, tað verið innan fyri mál, tónleik og mangt annað.

Vit mugu ásanna, at kringvarpið í Føroyum hevur ein nógv breiðari týdning enn í øðrum londum, sum hava fleiri sterkar loftmiðlar á egnum móðurmáli. Ábyrgdin er nógv størri, tí hann er tann einasti, sum veruliga megnar at miðla mentan og mál á móðurmálinum. Men vit mugu ongantíð gloyma, at sterkir almennir miðlar í øllum londum hava sín týdningarmesta leiklut sum krumtappurin í fólkaræðinum. Tað er umvegis útvarpið og sjónvarpið, at vit altíð skulu vera vís í at fáa borðreitt dygdargott tilfar, sum skal gera okkum klókari upp á eitthvørt. Privatu miðlarnir eru eisini av stórum týdningi í hesum sambandi, men fáa ongantið ta styrki, sum kringvarpið hevur til javnan og óheft at viðgera og miðla.

Tá sjónvarpið kom í 80-unum, fekk almenna miðlalandslagið nýtt lív. Útvarpið og sjónvarpið fóru í kapping, og journalistiskt mentust báðir miðlarnir og drógu privatu bløðini við sær, so tey sum fráleið kastaðu politisku haftini av sær og tóku kappingina upp sum kritiskir miðlar.

Virðingin hjá politikarunum fyri sterkum miðlum er tó ikki altíð í hásæti, og tað sást millum annað, tá útvarp og sjónvarpið vórðu løgd saman í ein stovn yvir nátt. Spariroyndin gjørdi, at fíggjarliga sterka útvarpið hoknaði og sjónvarpið varð skorið inn á bein. Ikki fyrr enn nú tykist stovnurin at vera komin í eina nøkulunda legu aftur, men vandin fyri, at hann dovnar og gerst ókritiskur boðberi, er avgjørt til staðar. Nú eru tað bara privatu miðlarnir, sum kunnu geva mótspæl, og teir hava nú størri týdning enn nakrantíð sum einasta alternativ til mastodontin í Sortudíki.

Tillukku Kringvarp Føroya. Sleppið ongantíð aðalmálinum sum viðgerandi og kritiskur vakthundur – innihundur mást tú ongantíð gerast.