Kjak

Nýskipanir í bæði borð


Nýskipan av heilsuverkinum og nýskipan av allari føroyskari fiskivinnu. Tað vóru stór mál á politisku dagsskránni í farnu viku, og tað er ymiskt hvussu tey eru móttikin. Bæði tykjast at røkka tvørtur um andstøðu og samgongu – og so eru tað nakrir tinglimir, sum hava fyri bara at vera ímóti allari nýhugsan yvirhøvur, uttan at koma við nøkrum uppbyggjandi mótspæli.

At tað endiliga eru tekin um, at vit kunnu endurskipa sjúkrahúsverkið, eru sanniliga tíðindi sum vilja nakað. Tað hevur annars verið ein oyðimarkargongd við hópin av álitum og arbeiðsbólkum, sum hvørja ferð eru kveistrað til viks av óttanum fyri, at alt vald skuldi savnast á Landssjúkrahúsinum. Nú tykist sum at landsstýriskvinnan hevur sett hol á nakað, sum breið undirtøka kann fáast fyri. Helst munnu tað vera døpru útlitini fyri alt sjúkrahúsverkið í síni heild, sum fær ábyrgdarfullar politikarar at rakna við. Hetta tykist borgarstjórin í Klaksvík eisini at hava sannað, og hevur gjørt tað geniala at spæla við, heldur enn bara at vera ímóti, og samstundis brúka eina væl grundaða menningarætlan fyri sjúkrahúsið í Klaksvík sum bul í argumentunum. Heldur enn at brúka ræðumyndir um, at alt fer at savnast í Havn og navnið á sjúkrahúsinum skal broytast, so verður hugt eftir innihaldinum, substansinum í málinum, og tað er alla æru vert. Har kundi Fólkaflokkurin lært nakað av Sjálvstýri. Saklig argument plaga at vinna á óseriøsari og niðurlagandi málageipan.

Fiskivinnunýskipanin, sum varð løgd fram í vikuni, bendir eisini á eina roynd at finna breiða semju. Samgongan kom við sínum útspæli, Sambandsflokkurin við sínum, og uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, ber eisini bráð av hesum. Tað tykist fløkt og trupult at umsita, men hetta er ein roynd at finna breiða semju, og sum uttan iva kann snikkast saman til nakað skilagott, tá avtornar. Og aftur her, eins og í nýskipanaruppskotinum til sjúkrahúsverkið, so heldur Fólkaflokkurin bara upp á tað gamla, sum hevur víst seg ikki at virka. Ófatiligt at tað ber til at vera so lítið konstruktivur sum Fólkaflokkurin – tað kundi bent á, at flokkurin ikki megnar politiskt arbeiði, tá tað krevst meira enn bara at ráða sjálvur.