Uttanlands

Nokia fer at framleiða klassikara aftur


Á stevnuni Mobile World Congress seinni í hesum mánaðinum, fer Nokia avdúka, at felagið nú aftur fer at framleiða og selja klassisku fartelefonina Nokia 3310, sum á sinni var av mest seldu fartelefonin í heiminum. Tað skrivar independent.co.uk.

Telefonin var á sinni kend fyri at vera sera harðfør, eins og battaríið helt leingi. Tað er ikki soleiðis, at nýggja Nokia 3310 verður broytt til eina snildfon í gomlum hylki. Telefonin fer bert at kunna tað, sum gamla Nokia 3310, ið fyrstu ferð kom á marknaðin í 2000, kundi.