Heimatíðindi

Lívrentan verður sett niður

Síðan 1. januar 2014 hava allir føroyingar rindað til sína egnu pensjón, og tað er millum annað eitt krav, at 45 prosent verða sett av til lívrentu – men nú hava tryggingarfeløgini og Tryggingareftirlitið mett, at føroyingar liva longur og tí verður útgjaldið sett niður


“Í fyrsta umfari skulu feløgini leggja uppfyri, at mannfólk og konufólk í Føroyum liva ávikavist 0,8 og 1,5 ár longri enn í Danmark. Hesar livitíðarfortreytir skulu nýtast í sambandi við pensjónir, har útgjøldini byrja efter 1. januar 2017.”

Hetta stendur millum annað at lesa á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum. Skrivið varð lagt út í november í fjør, men tað munnu vera tey fægstu sum góvu sær far um, hvør avleiðingin var.

Tað sum hendi við hesum skrivi var, at Tryggingareftirlitið bað Betri, Lív og pensjónskassan hjá arbeiðarafeløgunum og Føroyar Handverkarafelag um at styrka grundarlagið undir útrokninginum av nýggjum pensjónum, har útgjald byrjar efter 1. januar 2017, soleiðis at feløgini skulu rokna við, at komandi pensjónistar liva longur enn fyrr.

Avleiðingin av hesum er, at pensjónin væntandi skal gjaldast út yvir fleiri ár. Tá somu pengar nú skulu røkka til fleiri ár, minkar útgjaldið frá lívrentuni lutfalsliga.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

Nýggjastu greinar