Heimatíðindi

Nevndin í Landbanka Føroya skipað seg


Nevndin í Landsbanka Føroya hevði sín fyrsta fund í gjár, har nevndin var fullmannað. Nevndin skipaði seg við Tummas Eliasen, sum formanni og Jan Otto Holm sum næstformanni, upplýsir Landsbankin í skrivi, sent miðlunum.

Umframt Tummas Eliasen, sum er útbúgvin scient pol og Jan Otto Holm, sum er útbúgvin cand. merc. eru hini í nevndini:

Mathea Hilduberg, cand merc

Edvard Heen, cand econ

Kristoffur Laksám, stjórmálafrøðingur

Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur og

Zvonko Mrdalo, phd í búskaparfrøði

Ein tann fyrsta uppgávan hjá nevndini verður at lýsa eftir og seta stjóra fyri Landsbankan.


Kelda: Landsbanki Føroya