Heimatíðindi

Kveikingardagur fyri fiskivinnuni


Týsdagin 21. februar bjóðar West Nordic Bioeconomy Panel fiskivinnuni til ein kveikingardag á granskarasetrinum iNOVA.

Síðstu árini hevur nógv verið kjakast um í hvønn mun og hvussu allur fiskurin skal fáast til høldar, bæði í Føroyum og hinum norðanlondunum, soleiðis at lívfeingið úr norðurhøvum kann gagnnýtast til fulnar.

Í hesum sambandi setti Norðurlandaráðið eina forkanning í verk, sum skuldi kanna møguleikar og avbjóðingar við at taka allan fiskin til lands. Forkanningin, sum ber heitið ‘Alt í land’, varð samskipað av Syntesu, við luttøku frá MATÍS, Nofima og Grønlands Naturinstitut.

Ein av niðurstøðunum í frágreiðingini“Alt i land” var, at fyri at koma fram á leið hesum viðvíkjandi, er tað týdningarmikið at seta mál í mun til gagnnýtsluna av lívfrøðiliga tilfeinginum frá fiskiskapinum, umframt at menna altjóða samstarvið á økinum. Frágreiðingin vísti eisini á, at tann íslendska vinnan er komin langt fram á leið í mun til gagnnýtslu av lívfrøðiliga tilfeinginum frá fiskivinnuni.

Í hesum sambandi bjóðar West Nordic Bioeconomy Panel til kveikingardag, har føroyska fiskivinnan fær høvið at hoyra um royndir frá íslendsku fiskivinnuni, umframt at fáa íblástur til møguleikar í Føroyum.

Á skránni, sum kann lesast niðanfyri, verður bjóðað inn til ein seinnapart á granskarasetrinum iNOVA í Tórshavn týsdagin 21. februar, har høvið verður at hoyra áhugaverdar framløgur umframt at kjakast um evnið.

Skrá:

- Hvat er lívfeingisbúskapur? - Janus Vang, stjóri - iNOVA 


- Niðurstøður og tilmæli frá ‘Alt í land’ - Unn Laksá, granskingarverkætlanarleiðari – Syntesa 


- Kunning um verkætlanina “Alt í Land” hjá JFK – endamál og væntað úrslit. Durita í Grótinum, góðskuleiðari, p/f JFK 


- Protis og IceProtein - Hólmfriður Sveinsdóttir, stjóri Protis og Iceprotein, sum útvinna 
lívvirkin (bioaktiv) proteiner frá restframleiðslu og Iceprotein er eitt R&D virki, átt av FISK 
seafood. 


- Hólmfriður Sveinsdóttir greiðir eisini frá um hugleiðingar hjá FISK Seafood um gagnnýtslu av 
hjávøru frá fiskivinnuni 


- Kjak og spurningar