Mentan

KT-pengar á skeivt stað


- Tímarnir, ið verða latnir KT-vørðum, fara fyri ein stóran part til røkt av tólum í staðin fyri til at arbeiða námsfrøðiliga við kunningartøknini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í samrøðu við Skúlablaðið.

Síðstu árini hava nógvir skúlar gjørt stórar íløgur í kunningartøkni; hvørja ferð ein kommuna keypir teldur ella teldlar, letur Mentamálaráðið tímar til KT-vørðir, sum verða brúktir til røkt av hesum útbúnaðinum. Stendur tað til landsstýriskvinnuna, var skipanin øðrvísi, tí telduútbúnaður er øki og ábyrgd hjá kommununum, og sostatt átti tað eftir hennara tykki at verið kommunurnar, sum rinda fyri røktina av tólunum, skivar skulabladid.fo í broti úr longri samrøðu, sum er prentað í Skúlablaðnum.

Kelda og lesið meira HER

   

  

 

Nýggjastu greinar