Kjak

Umráðandi við tryggum kørmum og ekspansjónsmøguleikum


Politisku flokkarnir í Føroyum hava til felags, at “tryggir karmar verða veittir føroyska vinnulívinum” og ein “trygd fyri vaksandi búskapi er, at vinnan fær virkað uttan rakstrarstuðul úr landskassanum”.

Eisini sigur politiski myndugleikin, at brúk er fyri sterkum fyritøkum, tí tilgongdin  (prosessin) frá fiskigrunni til endaliga kundan er drúgv og sera kostnaðarmikil og krevur langtíðarfígging.

At onkrar broytingar og justeringar við tíðini eru neyðugar er ongin ivi um.  Men at kollvelta bygnaðin í verandi vinnubygnaði uppá fá ár, kann hava stórar og álvarsamar avleiðingar við sær.

Fiski- og alivinnan standa meiri og minni fyri 95% av útflutninginum og verða álvarsligar og víðfevndar avmarkingar í heildaframleiðsluni settar í verk,  er vandi á ferð.


Allar vinnur og kommunukassin missa

Tað hevur stóran týdning fyri Klaksvík – eins og onnur pláss -  at tann fiskivinnunýskipan, sum verður samtykt, ikki við tíðini fer at føra til eina vinnuliga afturgongd við skerdum botn- og uppisjóvarfiskiskapi, verri treytum hjá landsins størsta arbeiðsplássi á landi at kunna framleiða við avlopi til íløgur v.m.  Umframt skal havast í huga, at avleiddar vinnur koma samstundis at merkja afturgongd, at tænastuvinnur, byggivirkesmi  v.m. missa umsetning.  Hetta fer eisini at hava við sær, at skattainntøkurnar í Klaksvikar kommunu fáa sjónliga afturgongd.

Ein nýggj fiskivinnuskipan má ikki skaða ella avmontera vakstrarmøguleikarnar í vinnuni og forða fyri nýggjum verkætlanum ella geva teimum “eitt skot fyri bógvin”. Vinnan hevur ment seg og stendur seg væl í løtuni, tí er trupult hjá Vinnulívsráðnum at skilja, at alneyðugt er við eini so grundleggjandi broyting, nú vinnan skapir stór virðir landi og fólki at frama.

Tí heitir Vinnulívsráðið í Klaksvík á avvarandi myndugleikar og á hávirda løgting og landsstýri um at taka hetta í ramum álvara,  so hetta helst mest víðfevnda vinnulívsmálið í Føroya søgu ikki fremur óbótaligan skaða.

Vinnulívsráðið í Klaksvík 10. mars 2017

Karl Birgir Isaksen, formaður                       Rani Nolsøe, nevndarlimur

Hilmar Danielsen, næstformaður                Heini Hansen, nevndarlimur

Elsubeth Poulsen, peningarøkil                    Jógvan við Keldu, samskipari

  

  

Nýggjastu greinar