Heimatíðindi

16 føroyskar fyritøkur til Kaliningrad


Mynd: Visit Kaliningrad

Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Sendistova Føroya í Moskva skipa fyri vinnuferð til Kaliningrad í døgunum 15. – 17. februar.

Tað upplýsir Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

16 føroyskar fyritøkur taka lut í vinnuferðini, har tær fara at hitta umboð fyri 40 russiskar fyritøkur.

Hósdagin 16. februar verður stórt vinnutiltak á Museum of the World Ocean í Kaliningrad. Alexey Zinovyev, stjóri í Vinnuhúsinum í Kaliningrad, og Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Russlandi, bjóða føroysku og russisku luttakarunum vælkomnum. Síðani fara føroyskar fyritøkur at hava framløgur um vørur og tænastur sínar og hava fundir við russisku fyritøkurnar.

Hóskvøldið 16. februar verður skipað fyri føroyskum filmskvøldi í søguliga biografinum Zarya í Kaliningrad. Stásiligi biografurin var ein av fáu bygningunum í Kaliningrad, ið ikki varð oyðilagdur undir seinna heimsbardaga. Filmarnir, sum verða sýndir, eru “Tunnan” og “Dalur”, ið eru leikstjórnaðir av ávikavist Jónfinn Stenberg, Jóannes Lamhauge og Heiðriki á Heygum.

Síðani verður móttøka fyri samstarvsfeløgum hjá føroysku fyritøkunum og Sendistovu Føroya í Moskva. Birgir Enni borðreiðir við føroyskum sjógæti.

Føroyska sendinevndin fer úr Kaliningrad aftur fríggjadagin 17. februar.

Føroysku fyritøkurnar, ið luttaka á ferðini, eru: Magn, Faroe Ship, Berglon, KSS, KJ Hydraulik, HDYGD, Combine-IT, NorthPelagic, Pelagos, Rock Trawl Doors, Runavíkar Havn, Vita, Faroe Agency, Faroe Ship, MEST, Bergfrost Coldstore og EFFO.