Mentan

“Av øllum Caféum er Ydun hin besta!”

Nógvar kaféir eru latnar upp í Havn seinastu tíðina, og kafémentanin er vorðin rættiliga vælumtókt. Helst hugsa vit ikki um, at fólk í Havn leingi hava drukkið kaffi á tílíkum støðum – fyrr vóru kaféir líka frá Húsabrúgv til Kleynsvarða. Her verður nærri greitt frá, hvat ið serliga eyðkendi nakrar av kaféunum, ið settu dám á Havnina uml. 1911-30, og hvat tær høvdu at bjóða viðskiftafólkunum


Í Havn hava kaféir verið í størri og minni hølum og í styttri ella longri tíðarskeið. Ávís tíðarskeið vóru tær fleiri, serliga í seinnu helvt av 1920-árunum. Á kaféunum komu fólk saman, drukku ein kaffimunn, royktu, lósu bløð og annað tílíkt. Fleiri nýmótans hentleikar komu í 1920-árunum, og hetta kom kaféunum væl við. Hús í Havn fingu streym, og útvarpstónleikur kundi nú verða spældur í fleiri av kaféunum. Eisini komu fyrstu ljósskeltini í býnum.

 

“Vøkur og stuttlig bløð”: Kaffistovan á Húsabrúgv (1911)

“Kaffistovan á Húsabrúgv” hevði eitt forvitnisligt úrval av lesnaði. Fyrsta árið vóru hetta sambært kaféini “vøkur og stuttlig bløð”. Seinni kundi fólk eisini lesa bøkur á kaféini. Hetta sæst í eini lýsing frá kaféini í “Ólavsøkuteiti” frá 1913:

 

“Frøtt er høvur av fullum maga. Gangið

tí ikki svang ella tyrst um Ólavsøkuna, men

vitjið inn í kaffistovuna á Húsabrúgv, har búkfylla

fæst av hvørjum slagi, ið ynskjast kann.

- Vísdómur er løtt byrða - lesið tykkum tí

vísdóm úr teim bløðum og bókum, ið finnast í

kaffistovuni. Roykið tykkum eina cigar, og

maturin sornast betri og vísdómurin festist betri.

Gøtan er gitin - hon leiðir allastaðni frá

at kaffistovuni á Húsabrúgv.”

 

Góður lesnaður hoyrdi til, tá ið tú fórt á kafé. Eisini sæst, at tað at seta seg við eini sigar hoyrdi til, tá ið menn fóru á kafé. Sambært Tingakrossi var kaféin fitt, hugnalig og kaffið gott. Kaféin seldi eisini aðrar drekkavørur, eitt nú sjokulátu, kakao, øl og lemonadu. Køkur og smurt breyð kundu keypast afturvið.

Fyrstu ferð fólk savnaðust á kaféini var nýggjársdag 1911. Allan dagin komu fólk saman til samrøðu og skemtan. Tað var Katrina Winther, vanliga nevnd Trina á Sandi, ið átti húsið. Hon hevði miklan áhuga fyri øllum tí, sum var frammi í samtíðini. Í Noregi høvdu málfeløgini stovnað kaffistovur fyri at vinna pening til tjóðskaparligt arbeiði. Alt bendir á, at kaffistovan varð stovnað í sama anda, tí Føringafelagið helt eisini til her í húsunum. Kaféin var opin allar dagar, so at avbygdarfólk altíð kundu fáa innivist ella okkurt til matna.

Lesið spennandi greinina í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

Nýggjastu greinar