Kjak

Antitrust, uppisøla og økiskvotur = Niðurlaging av verandi vinnufyritøkum


Vit eru nógv, sum hava hildið ondini meðan bíða hevur verið eftir uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu frá samgonguni. Uppskotið fyriliggur nú, og eru tað mong við mær sum høvdu tørv á nøkrum døgum fyri at lesa alt uppskotið og skilja hvat verður skotið upp. Nógv gott verður skotið upp, lat tað vera sagt við tað sama, men serliga er tað antitrust, uppisøla og økiskvotur, ið stinga í eyguni. Sum saman bert kunna hava eitt endamál, og tað er ein niðurlaging av verandi vinnufyritøkum, so onnur sleppa framat.

Vit lesa á in.fo í dag, at formaðurin í nýskipanar nevndini, Johnny í Grótinum, tekur frástøðu frá ásetingunum um antitrust í uppskotinum. Hann vísir enntá á, at nevndin hevur ávara júst um at seta ov strangar avmarkingar á føroyskar fiskivinnufyritøkur. Og tað sum fyriliggur, er alt ov víðgongt.

Eg eri eg púra samdur við honum. Tað er neyðugt við stórum og sterkum fyritøkum her á landinum, sum víðari kunna menna fiskivinnuna í Føroyum, til frama fyri alt landið.

So kunna vit spyrja okkum hví ein so víðgongd regla um antitrust er komin við í uppskotið. Eg kann bara tulka tað soleiðis, at tað eisini hongur saman við uppskotinum um uppisølu og økiskvotum. Tí veruleikin er tann, at tú kanst bara býta eina kvotu til eitt vist. Í dag fiskar t.d. uppisjóvarflotin allan kvotuna hann fær tillutað. Tí er tað eins vist “sum amen í kirkjuni”, at onkur av verandi má lata frá sær, skulu onnur framat. So óansæð hvat verður sagt og ført fram, so kann tað bert gerast við einari  “NIÐURLAGING AV VERANDI VINNUFYRITØKUM”

Uppskoti leggur samstundis upp til, at nú kunnu ávís økir eisini fáa fiskirættindir/kvotu tillutað eftir serligum treytum. Hetta kann ikki vera rætt. Fyri nøkrum árum síðani, vóru fiskirættindir runt um í landinum. Men teir persónar sum vardu av teimum, valdu at “kasta handklæði í ringin” og stinga milliónir í egna lumma. Nú verður lagt upp til, at júst hesi somu skulu fáa møguleika at ogna sær fiskirættindir aftur, og enntá undir serligum reglum, bara tí júst tað økið er undirumboða við fiskirættindum nú. Og hvar skulu hesi fiskirættindini/kvotur takast frá? Sjálvandi er bert ein møguleiki, og tað er frá teimum, sum keypt tey tá. Aftur her, tað er bara møguligt at býta tað sama, til eitt vist. Skulu onnur hava, so mugu tey sum hava í dag, lata frá sær. Og sjálvandi fer tað at ganga útyvir tær fyritøkurnar, ið longu nú eru hægri enn hetta sera órealistiska og sera lága hámarkið fyri antitrust.

Mín áheitan á Løgtingið er. Latið fiskivinnuna framhaldandi vera fyri fiskimenn og reiðarar, og ikki smartar spekulantar, sum síggja sær ein møguleika at vinna nakrar eyka milliónir, uttan at hava verið við at bygt vinnuna upp. Latið nú tey sum bæði duga, vilja, hava áræði og ikki minst hava prógva sín dugnaskap hava frið at dríva fiskivinnuna. Tað er gott fyri alt Føroya land. Vit skulu ikki gloyma, at heili 70% av øllum skattinum av vinninginum hjá hesum fyritøkum, verður inngoldin til landskassan og ikki til økini, har hesar fyritøkur eru, sjálvt um næstan 100% av teimum almennum útreiðslunum vera goldnar av økjunum, og ikki av landinum.

Tí eigur tað at vera fremsta áhugamál hjá ØLLUM Føroya fólki, at væl riknar føroyskar fyritøkur, hava so góðar  sømdir sum møguligt at virka undir, so yvirskotið og inngjaldið til landið er so stórt sum til ber.

Vit eiga at minnast til, at vit hava sera ringar royndir av her á klettunum, tá almennir myndugleikar blanda seg ov nógv upp í vinnu. Almennir myndugleikar skulu seta rammur og geva karmar fyri vinnuna, og ikki stýra henni meira enn heilt yvirskipað. Tískil er tað púra burtur úr “vón og vitið” at man nú ætlar aftur frá almennari síðu, at deila kvotur út til tey, sum “kastaðu handklæði í ringin” fyri nøkrum árum síðani, og tey sum higartil ikki hava megna at komi uppí vinnuna.  Enntá við taka frá teimum, sum hava víst í verkið, at tey duga at fáa vinning til hetta land.

Verður uppskotið sum fyriliggur samtykt, og vinnan her í Eysturoy og aðrastaðni skal niðurlagast til frama fyri onnur økir, so verður tað ikki bert vit her í Eysturkommunu sum fara at krevja, at vit býta “sól og vindur”  eins, og vit eisini fáa part í teimum sera nógvu milliónum sum m.a. fella í pengakassarnar runt um í landinum vegna vørugjøld, almennar lønir, almenn arbeiðspláss o.s.fr. Tað er ikki meir enn rímiligt.