Heimatíðindi

Íverksetarahúsið hátíðarheldur 10 ára dagin


Í januar mánaða í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn, og í tí sambandi verður tiltak í Íverksetarahúsinum har íverksetan og innovatión í Føroyum verður sett í brennidepilin. Tiltakið verður fríggjadagin 17. februar frá kl 13 til 15 

Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Á tiltakinum fríggjadagin verður fokus sett á íverksetaramentanina í Føroyum og kjakað verður um týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvið sum virðir tey sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd? Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss verða skapt? Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðarsamfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?

Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum og kjaki við luttøku av vinnulívsfólkum, lands- og kommunupolitikarum, og endað verður við lítlari reseptión.

Skráin sæst HER