Mentan

20 verkætlanir fingið stuðul til filmsframleiðslu


Mynd: Modelmynd frá verkætlanini "Enter the Kitchen - Cook Rising" hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films

Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film.- Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar, novellufilm, animatiónsfilm, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu, boðar ráðið frá í skrivi sent miðlunum.

Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017. Tá freistin at søkja til fyrra útbýtingarumfar var úti 1. februar, vóru 29 umsóknir komnar inn. Eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru kr. 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.

Fýra verkætlanir hava fingið 100.000 krónur ella meira í stuðli. Hesar eru “Enter the Kitchen – Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið kr. 250.000, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi Marjunarson Dahl sum framleiðara, sum hevur fingið kr. 200.000, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, sum hevur fingið kr. 141.000, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, sum hevur fingið 100.000 krónur.

Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari:

Gunrid Hansen/Dagstovnurin á Velbastað, “Børn í grønum umhvørvi”, kr. 17.000

Jón Hammer/KYK Myndir, til útbreiðslu av “Dalur” og “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum, kr. 35.000

Ingun í Skrivarastovu/ Fish & Film, til útbreiðslu av “Dreymar við havið” hjá Sakaris Stórá, kr. 50.000

Anton Petersen/ Cinema Polaris, framleiðari Pætur M. Dahl, “Eitt sindur um hvussu vit elska”, kr. 200.000

Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Enter the Kitchen – Cook Rising”, kr. 250.000

Sakaris Stórá, einki heiti, kr. 45.000

Annika á Lofti/Rogviper, “Góða Mary”, kr. 97.000

Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Havið”, kr. 85.000

Franklin Henriksen/Levende Film, uttan heiti, kr.28.000

Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Í og rundanum eina dupultsong”, kr. 25.000

Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Green Animation Studios, “Marra 2 – Ránsmenn”, kr. 30.000

Maria Winther Olsen/Toka Film, “Nina”, kr. 141.000

Julia í Kálvalíð Jacobsen, “Omman”, kr. 86.500

Franklin Henriksen/Levende Film, “Story Music”, kr. 55.400

Árni Nicolajsen, “Søgan um Ruth”, kr. 100.000

Jónfinn Stenberg, “Til barnaføðingardagar og jarðarferðir”, kr. 30.000

Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Trøllabeiggjar”, kr. 50.000

Anita Hermansen, “Tummas”, kr. 84.000

John Jacobsen, “Undrið”, kr. 20.000

Rói Davidsen, “Uttan vón”, kr.14.000

Umsøkjararnir hava fingið umsóknarsvar við grundgevingunum frá ráðgevunum, og teimum stendur eisini í boði at hitta ráðgevarnar á fundi í Mentamálaráðnum, har tey kunnu fáa persónliga ráðgeving um umsóknirnar og filmsverkætlanirnar.

557.100 krónur eru nú eftir til seinna útbýtingarumfar í 2017, sum verður lýst í summar við freist 1. september.