Heimatíðindi

Eik Banki letur fjølmiðlunum alt tilfarið í skattamálinum


Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur Eik Banki avgjørt, at miðlarnir kunnu fáa atgongd til alt tilfar viðvíkjandi málinum. Ta upplýsir Eik Bank í tíðindaskribi sent miðlunum í dag.

Endaligu avgerðina frá TAKS leggur bankin út á heimasíðu bankans í fullari longd.

Eik Banki valdi at almannakunngera høvuðsniðurstøðurnar frá avgerðini hjá TAKS, men valdi ikki at almannakunngerða sjálva avgerðina í fullum líki.

- Orsøkin til hetta er, at skattamál eru trúnaðarmál, og í okkara føri viðvíkur tað einans Eik og TAKS. Onnur skjøl og upplýsingar í málinum eru eisini trúnaðarupplýsingar, og tískil hevur bankin heldur ikki almannakunngjørt hetta. Menn nú hevur bankin valt at víkja frá hesum útgangsstøði verður millum annað sagt í tíðindaskrivinum.


Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Eik HER