Kjak

Einar javnari Føroyar?


Í einum av fyrstu brotunum í samgonguskjalinum hjá landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur:

”Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll.

Aðalmálið er, at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum (...)”

Í sjálvum samgonguskjalinum og tilhoyrandi undirskjali verður eisini víst á,

at tað skal verða liviligt kring alt landið,

at man skal geva fólki javnsettar møguleikar kring landið

at øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi.

at hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum.

Høvuðsorsøkin til hesar orðingar í samgonguskjalinum er uttan iva, at samgonguleiðararnir, flokkarnir og løgtingsfólk, ið mynda samgonguna, í sínum gerandisdegi hava eygleitt, at Føroyar – eins og nógv onnur lond í vesturheiminum – eru við at blíva amputeraðar til einans at fevna um eitt munandi miðstaðarøkið, og so “restin”.

Fjølbroytni, sum eyðkendi og ríkaði føroyska samfelagið bara fyri 20-30 árum síðani, fánar spakuliga burtur. Ein partur av Føroyum er longu dottin niðurímillum, meðan aðrir partar av landinum stríðast og hanga á ytsta liði á fingrunum.

Hendan avbjóðandi veruleikan verða vit mint á umleið fjórða hvørt ár, tá politikarar á rundferð kring landið tekkjast veljarunum og fáa innlit í veruleikarnir í ymsu pørtunum av landinum. Og er hetta helst eisini høvuðsorsøkin til at hesin avbjóðandi veruleikin afturvendandi verður tikið við, tá samgonguskjøl verða orðaði.

Tað nyttar tó lítið hjá skiftandi landsstýrissamgongum at varpa út spennandi hugtøk sum bygdamenning, útoyggjamenning, økismenning, Suðuroyarætlan í 10 punktum, og nú málsetningar um einar javnari Føroyar, um ikki veruligur politiskur vilji og politisk handling fylgja við!


Býta virðini í samfelagnum

Ein av kjarnuuppgávunum hjá valda politiska myndugleikanum, ikki minst hjá teimum, sum skipa samgongu og taka við landsins leiðslu er (í breiðastu merking) at býta virðini í samfelagnum.

Landsstýrissamgongan, sum varð skipað í september í 2015, var ”gamla” andstøðan í Løgtinginum. Gamla andstøðan feldi undanfarna valskeið afturvendandi lemjandi kritikk yvir samgonguna, sum tá sat við valdið, við uppáhaldi um at virðini í samfelagnum vórðu býtt út til tey fáu, og ikki út til breiðu fjøldina.

Veljarin tykist hava tikið undir við hesum uppáhaldi, tí á Løgtingsvalinum í september 2015 vann andstøðan valið og valdið.

Uppgávan og ábyrgdin av at býta virðini í samfelagnum varð flutt á aðrar hendur, á aðra landsstýrissamgongu. Yvirskriftirnar hjá nýggju samgonguni eru greiðar, og fáur ivast í, at ovarliga á politisku dagsskráin eru “Einar javnari Føroyar”.

Nú komið er inn í februar 2017 eru tað útvið 1½ ár síðani at landsstýrissamgongan varð skipað. Á ávísum økjum er politikkurin kring “einar javnari Føroyar” vorðin sjónligur, men fyri økini kring landið, uttanfyri miðstaðarøkið, er ongin greið ætlan at hóma enn.


Avbjóðingar kring landið!

Hóast gongdin í samfelagnum sum heild er og hevur verið góð hesi seinastu árini, og fólkatalið í landinum sum heild er methøgt, so er myndin ikki eins spennandi í øllum pørtum av landinum.

Partar av landinum hava stórar avbjóðingar við skeivari gongd í fólkatalinum – ikki minst um hugt verður eftir gongdini í fólkatalinum yvir eitt longri áramál (eins og vanligt er!), er fólkatalið minkað nógv.

Aldurs- og kynssamansetingin er púra skeiv í pørtum av landinum.

Talið av ungum er minkað niður í onki í pørtum av landinum.

Talið av kvinnum í burðarførum aldri (15-49 ár) minkar støðugt í útjaðaraøkjunum (og er t.d. í Suðuroynni minkað við 33% seinastu 30 árini)

Føðitíttleikin er lægri í útjaðarøkjunum enn í landinum sum heild

Burðaravlopið er eisini lægri í útjaðarøkjunum enn í landinum sum heild

Hækkandi miðalaldurin hevur stóra ávirkan á útjaðaraøkini, við ávirkan á bæði tørvin á eldraøkinum, á kommunalar tænastur og tilboð til børn og ung, og ikki minst á frítíðar- og ítróttarlívið (Har tað t.d. í 1990 bar til at manna fýra vaksnamanna fótbóltslið í Suðuroynni, er manning til gott og væl eitt lið í 2017)

Arbeiðsloysið er hægri í útjaðaraøkjunum enn í miðstaðarøkinum, ikki minst millum ung, sum hava trupult við at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin at gera sær arbeiðsroyndir og forvinna nakrar krónur.

Tað er stórur munur á inntøkugrundarlagnum hjá borgarum í útjaðaraøkjunum samanborið við í miðstaðaranum.

Útbúgvingarstøðið hjá fólki í útjaðaranum er lægri enn í miðstaðarøkinunum, m.a. av teirri orsøk, at tað eru ov fá størv til útbúgvin fólk uttanfyri miðstaðarøkið.

Møguleikarnir fyri at fáa góð størv eru nógv verri í útjaðaraøkjunum enn í miðstaðarøkinum

Inntøkurnar hjá kommunum í útjaðaraøkjunum eru væl lægri enn miðal, meðan útreiðslurnar pr. borgara til kjarnutænastur eru sambæriligar.

Kommunalu inntøkurnar frá partafelagsskatti í útjaðarøkjunum er væl lægri enn miðal

Inntøkurna frá virksemi á havnaløgum og um keikantin kring landið hava verið fyri stórari minking orsaka av centralisering av landingarmiðstøðum og avskipingarhavnum

Atgongdin til váðafúsafígging t.d. til at byrja nýggjar vinnur er verri í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum

Tað er truplari (og dýrari) at fáa sethúsafígging í útjaðaranum enn í miðstaðarøkinum.

og so framvegis...

Í stuttum so verður landið – hóast landið er lítið og stuttar fjarstøður eru millum økini – spakuliga skilt sundur í eitt A-lið og eitt B-lið; skilt sundur í miðstaðarøkið og útjaðaraøkir. Sundurskiljing sjálv er sum so onki nýtt, men frá tí at B-liðið serliga fevndi um útoyggjarnar, so eru fleiri størri økir í landinum eisini spakuliga við at gerast partur av B-liðnum.


Hava óvanliga nógv virðir at býta!

Grundarlagið undir at skapa veruligt innihald í einum politikki og einari politiskari arbeiðsskrá um Einar javnari Føroyar hevur ongantíð verið so sterkt sum júst í hesum tíðum.

Møguleikin fyri at taka støðuna kring landið í tí álvara, hon skal takast, er greitt til staðar nú – og møguleikin er væl betri nú, enn t.d. um Føroyar aftur um nøkur ár skuldu endað í einum búskaparligum-aldudali.

Ongantíð fyrr hevur Landið havt so góðan møguleika sum nú at gjøgnumarbeiða ein veruligan politikk fyri at skapa menning kring landið – ein politik og eina arbeiðsskrá fyri at skapa javnbjóðis menning og geva fólkið kring landið javnsettar møguleikar. Júst nú er tíðín, tí vit hava so heilt óvanliga nógv virðir at býta!

Tað er at fegnast um, at Eysturoyar-tingmenninar, Bill Justinussen, Kári P. Højgaard og Magnus Rasmussen, nú hava sett hol á kjakið um hvussu virðini í samfelagunum skulu býtast – har økisspurningurin verður ein týðandi partur av viðgerðini. Men tað er avgerandi, at viðgerðin ikki bara kemur at fevna um eitt snevurt kjak um at flyta almennar stovnar, tí spurningurin um menning kring landið fevnir um so nógv meiri enn kjak um at flyta almennar stovnar úr miðstaðarøkinum.

Landsstýriðssamgongan hevur sett á politiska skrá einar javnari Føroyar, nú málið verður tikið upp í Løgtinginum, er at taka ábyrgdina í álvara og seta veruliga gongd á arbeiði at skapa einar javnari Føroyar !