Heimatíðindi

Tórshavnar kommuna nærkast 21.000 borgarum


Ikki bert hevur høvuðsstaðurin metstóra tilflyting, bæði úr útlondum og innanlands, men talið á nýføddum hevur ikki verið so stórt í mong ár sum í fjør.

Tað upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Meðaltalið á livandi føddum havnarborgarum 2000 - 2015 hevur verið 279 um árið. Men í fjør vórðu føddir 303 nýggir havnarborgarar. Í mun til 2015 er talan um heili 52 børn fleiri, ella 21% vøkstur.
- At barnatalið er vaksið so nógv, ger tað neyðugt hjá kommununi at útvega fleiri vøggustovupláss. Á nøkrum stovnum verða gjørdar tillagingar soleiðis, at fleiri vøggustovupláss verða skipað, skrivar kommunan.

Nærkast 21.000 borgarum
Á nýggjárinum búðu í alt 20.892 fólk í Tórshavnar kommunu. Vøksturin í fjør var beint undir 400 fólk, og við hesi gongd, verður fólkatalið í Tórshavnar kommunu at fara uppum 21.000 tíðliga í hesum árinum.
Í sjálvum Tórshavn búgva nú 12.985 fólk, sum er 1,7% fleiri enn í 2015. Í Hoyvík fer fólkatalið helst uppum 4.000 fólk í ár, talið av hoyvíkingum vaks við 2,75% upp til 3.948.
Størsti lutfalsligi fólkavøksturin í høvuðsstaðarøkinum er á Argjum. Á nýggjárinum búðu 2.103 fólk á Argjum, ið er ein vøkstur uppá 3,5%.


Kelda: torshavn.fo