Mentan

Bókmentatiltak á Landsbókasavninum


Tá mentanarvirðislønir landsins vórðu handaðar fyri einum ári síðani, varð ein heilt serlig gáva latin Føroya fólki. Á hátíðarhaldinum í Norðurlandahúsinum varð nevniliga avdúkað, at Mentamálaráðið hevði keypt handritið til óútgivnu skaldsøguna Den yderste tid eftir William Heinesen, og handritið varð síðani latið Søvnum Landsins og Landsbókasavninum.

Mentamálaráðið keypti handritið frá einum føroyskum privatpersóni, Petur Juul Samuelsen, sum hevði keypt tað frá danska  auktiónshúsinum Bruun-Rasmussen í 2012. Hann helt tað vera spell at ein slíkur mentanarligur dýrgripur skuldi enda á fremmandum hondum, og tí ognaði hann sær handritið fyri 114.000 krónur.

Størsti parturin av handritunum eftir William Heinesen eru í varðveitslu á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, so Landsbókasavnið hevur ikki so nógv av upprunatilfari hansara. Tí er tað rættiliga áhugavert og virðismikið, at vit nú hava fingið hetta verkið á føroyskar hendur.

Hósdagin 23. feb. fer Landsbókasavnið at takka fyri gávuna við at bjóða til fyrilestrar, upplestur, tónleik og framsýning um lív og verk Willam Heinesens

Tiltakið byrjar kl. 17 og er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Skráin

Sámal Tróndur Johansen: Vælkomin

Rigmor Dam: Um hvussu handritið kom Landsbókasavninum í hendi

Bergur D. Hansen: Um skaldsøguna og upplestur úr henni

Stanley Samuelsen syngur og spælir

Bergur Rønne Moberg: Um skaldsøgur og skaldsøguroyndir Williams í 1920’unum og 30’unum

Landsbókasavnið bjóðar drekkamunn. Høvið verður at hyggja at framsýning um lív og verk William Heinesens.

  

  

Nýggjastu greinar