Heimatíðindi

Nevndarformaðurin ynskir eina loysn við Astrup


Mynd: Stillmynd frá kvf.fo

Sjálvt um Eik Banki ikki sleppur at trekkja tær 90 milliónirnar frá, sum hann annars hevði ætlað, so er maðurin, sum gjørdi vart við skeivleikan, Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi nevndarlimur í Eik, framvegis stevndur fyri ærumeiðing. Eik Banki hevur ikki slept stevningini enn, men tað er okkurt sum bendir á, at tað fer bankin at gera.

Við danska blaðið Berlingske Tidende, sigur nevndarformaðurin í Eik, Torben Nielsen, at hann hevur samband við Astrup. Nevndarformaðurin brúkar orðingina, at "hann er í dialog við Astrup".

- Eg havi ikki tosað við nevndina enn um málið, men eg havi als einki persónligt útistandandi við Jørn Astrup. Eg ynski bara at vit fáa loyst hetta málið. Meira havi eg ikki at siga nú, sigur Torben Nielsen við Berlingske.


Kelda: B.dk