Uttanlands

Aker byggir krill-trolara til eina milliard


Modelmynd: Aker BioMarine

Aker BioMarine hevur gjørt sáttmála við skipasmiðjuna VARD um at byggja ein framkomnan trolara, sum skal fiska krill við Antarktis. Aker upplýsir á heimasíðu síni, at skipið fer at kosta eina milliard norskar krónur. Tað skal handast síðst í 2018 og byrja fiskiskap fyrst í 2019.

Skipið, sum verður heilar 130 metrar til longdar, verður serliga umhvørvisvinarligt, siga komandi eigararnir.

Fiskiskapur eftir krill við Antarktis er sambært Aker BioMarine ein av burðardyggastu fiskivinnum í heiminum. Felagið hevur, síðani tað varð stovnað, samstarvað við WWF Norway um fiskiskap eftir krill.


Kelda og lesið meira HER