Byrjar og endar við Jensinu

2017-03-29 09:37 Author image
Sigmund Vang

Allir festivalar hava eina setan, so tað má barnafestivalurin eisini. Allar setanir hava eina røðu, so tað má barnafestivalurin eisini. Setanarrøðan til barnafestivalin skal tó sjálvandi vera ein røða fyri børn, og tí verður tað Jensina, sum vit øll kenna frá millum annað Hey!-sendingunum, at lata hurðarnar til allar tær nógvu upplivingarnar á barnafestivalinum upp, skrivar Norðurlandahúsið í skrivi sent miðlunum.

Tónleikur verður eisini á skránni. At byrja við spælir Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, sum er 13 ár og vann bólk 1 í Stella Polaris kappingini í februar, akkordeon. Og eftir at Jensina hevur sagt nøkur orð, fer gentubólkurin CHICKS frá margarinfabrikkini at spæla eitt lag.

Og sum vanligt er til setanir, so fáa gestirnir okkurt leskiligt.

Barnafestivalurin endar 9. apríl og tá kemur Jensina aftur á vitjan og bjóðar børnunum at syngja við sær. Tá Jensina var lítil, elskaði hon eisini at syngja. Hon hevur gittarin við í Norðurlandahúsið og eitt úrval av gomlum og nýggjari sangum.

Síðsti dagurin á barnafestivalinum verður eisini skrímsladagurin mikli, har børn kunnu koma ílatin sum skrímsl og virðislønir verða handaðar fyri fittasta, mest andskræmiliga og mest uppfinnsama skrímsl. Rakel Helmsdal, rithøvundur og skrímslaserfrøðingur, er dómari eg fer at handa virðislønirnar beint eftir sangløtuna við Jensinu.

Barnafestivalurin verður í Norðurlandahúsinum 1.-9. apríl 

  

  

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður