Barbershop ráðstevna um menn og javnstøðu

Barbershop ráðstevna um menn og javnstøðu

2017-10-12 10:45 Author image
Innsent

Í dag er spennandi javnstøðuráðstevna í Keypmannahavn, har fokus er at fáa menn við í javnstøðuarbeiðinum. Ráðstevnan, nevnd Barbershop, hevur eina røð av spennandi framløgum frá m.a. IKEA group, Deloitte and Volvo group.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna luttekur eisini í orðaskifti við Karen Elleman, ráðfrú í javnstøðu.

“Tað hevur stóran týdning, at øll – bæði kvinnur og menn - eru við, skulu vit fáa javnstøðu. Tað hevur týdning at vit hava góðar vælferðartænastur, soleiðis at kvinnur ikki hava fyri neyðini at velja millum familju og arbeiðslív. Og tað hevur eisini stóran týdning, at pápar fáa sín lut í barnsburðarfarloyvinum. Hetta er gott fyri børnini, fyri menninar og fyri alla familjuna”, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Til ber at fylgja ráðstevnini live her : http://streaming.uncity.dk/uncity

Skráin er her

Ráðstevnan er fyriskipað av íslendska uttanríksmálaráðnum, Norðurlandaráharraráðnum og UN Women

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður