Annika ikki sett eitt oyra av sjálv!

Annika ikki sett eitt oyra av sjálv!

2017-12-19 13:51 Author image
Heðin Mortensen, býráðs- og løgtingmaður

Ófatiligt, at borgarstjórin í Havn leggur eftir landinum fyri ikki at halda avtalur um innikomuveg frá Eysturoyartunlinum, tá Tórshavnar kommuna ikki sjálv hevur sett so mikið sum eitt oyra av til sín part av innkomuvegnum

Nú um dagarnar finst Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, at landinum, tí tað ikki heldur tær avtalur, ið eru gjørdar um innkomuveg til Havnina, sum skal standa klárur, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. Men, sum ikki einaferð, skurrar øgiligt í oyrunum, tá hon fer at tosa um milliónir til verkætlanina.

Veruleikin er jú, at Annika Olsen sjálv ikki hevur tikið stig til at seta so mikið sum eina einastu krónu av á fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu næsta ár. At hon so haraftrat kemur so ketta upp úr høvdatrog og vil hava landið at játta pengar, er heilt kostiligt.

Heldur átti borgarstjórin at fortalt almenninginum, hví Tórshavnar kommuna ikki játtar nakað til sín part, og eg kundi hugsað mær at spurt, hví so er. Er hetta lesarabrævið frá Anniku Olsen bara enn ein roynd at flyta fokus frá vantandi viljanum hjá býráðsmeirilutanum at loysa tey mál, sum eru í gerandisdegnum?

Undanfarna býráð setti pengar av, so kommunali parturin av innkomuvegnum kundi gerast, men Annika & Co. hava einki sett av, so tí ber illa til at krevja, at landið skal gera sítt, tí tað ger kommunan ikki.

Sjálvgjørt er væl gjørt

Tórshavnar kommuna kundi saktans farið í gongd við kommunala partin av vegnum alt fyri eitt, tí ein fullfíggjað ætlan var gjørd, sáttmáli millum Føroya landsstýri og Tórshavnar kommunu var gjørdur og einmælt samtyktur í býráðnum. Í veruleikanum var alt klárt, so hetta samstarv millum land og kommunu kundi blivið ein sólskinssøga – men tað skuldi fyri ein og hvønn prís avmonterast av verandi býráðsmeirlutanum.

Tíverri fyri Anniku Olsen, hugsaðu hon og hennara partafólk ikki um avleiðingarnar, tá hon setti stoppskeltið fyri og segði, at nú skuldi tunnil gerast í staðin, tí ætlanin hjá undanfarna býráð ikki kundi brúkast. Fyri tað fyrsta var talan um eina óbrúliga fantasiloysn og fyri tað næsta, var hetta nakað, ið slett ikki hevði verið viðgjørt í býráðnum. Soleiðis fekk Annika Olsen forpurrað, at málið gekk sína skjótu og náttúrligu gongd!

Tað vísti seg eisini skjótt, at henda stóra verkætlan og hugsan slett ikki stóð mát og ei heldur kundi gjøgnumførast. Men tíbetur snaraði núverandi býráðsmeiriluti langt um leingi 180 stig og tók nú brádliga undir við undanfarna býráð, so tað nú aftur var upprunaliga ætlanin, ið sáttmáli og semja hevði verið um, ið skuldi brúkast.

Kom í gongd, Annika

Trupulleikin er bara, at verðin stendur ikki í stað, og tá Annika Olsen valdi at sáa iva um ta ætlan, ið longu var sett út í kortið, bleiv tað sjálvandi eisini hon, ið bremsaði fyri fígging og øllum, ið annars skuldi sloppið at gingið sína gongd. At hon nú leikar í við einum lesarabrævi, broytir einki, nú hon ikki so frægt sum fær sín egna kassa at spýta í.

Í veruleikanum skal Annika Olsen vera glað fyri, at tað eru onnur, ið hava eyguni opin og fylgja við, tí parturin hjá landinum er í bestu hondum. Løgtingið fer at játta tað, ið skal játtast til hesa verkætlan á løgtingsfíggjarætlanini fyri 2018, soleiðis sum gamli býráðsmeirilutin gjørdi avtalu við landsstýrið um. Eisini í framtíðini fer landið at gera sítt, so henda stóra verkætlan, ið fer at fáa so stóran týdning fyri Føroyar, verður gjøgnumførd.

Spurningurin er hinvegin, um Annika Olsen megnar at fáa sín egna meiriluta í Tórshavnar býráð at gera tað, ið gerast skal har! So leingi kommunali parturin av innkomuvegnum ikki er raðfestur við einari einastu krónu, ber ikki til at rópa og gorra um, at onnur skulu játta pengar.

Kom í gongd, Annika Olsen, og rek nú politikk í dagsins veruleika, so vit fáa bæði innkomuveg og tunnil lidnan til tíðina. Fá skil upp á raðfestingarnar í Tórshavnar kommunu, tí áðrenn tað er hent, kann eingin taka býráðsmeirilutan í høvuðsstaðnum fyri fult!

Meira langlesnaður