Amerikanska senatið samtykt umfatandi skattanýskipan

Mynd: epa.eu

Amerikanska senatið samtykt umfatandi skattanýskipan

2017-12-02 11:37 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Talan er um størstu skattanýskipan, ið er blivin samtykt í USA, í 30 ár. Uppskotið um nýskipanina bleiv samtykt við 51 atkvøðum fyri og 49 og ímóti. Í húsi umboðsmannana bleiv ein líknandi nýskipan fyri stuttum samtykt, og skulu hesar báðar nú setast saman.

Eftir tað skal nýskipanin eisini samtykkjast í báðum kømrum í kongressini og síðani skal hon undirskrivast av forsetanum, Donald Trump. Ikki fyrr enn tá kann nýskipanin setast í gildi.

Nýskipanin er sera umfatandi. Umboð fyri demokratiska flokkin talaðu fyri, at nýskipanin bert fór at gagnast teimum múgvandi og stórum fyritøkum. Nýskipanin verður eisini søgd, at geva sokallaðu sjúkratryggingini, Obamacare, eitt skot fyri bógvin. 

Uppskotið um nýskipanina var fleiri hundrað síður langt, og viðmerkingar blivu lagdar afturat uppskotinum heilt til síðstu løtu. Nógvir demokratar kritiseraðu harðliga, at man ikki fekk nóg góða tíð, at lesa alt uppskotið.

Meira langlesnaður