Álvarsmál skugga yvir Golden Globes

Mynd: Leikarinnan, Kerry Washington, ið er ein av kvinnunum handan felagsskapin "Time's Up"

Álvarsmál skugga yvir Golden Globes

2018-01-07 14:25 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Seinastu mánaðirnir hava verið merktir av gølum í filmsheiminum, Hollywood. Ógvusligu ákærurnar móti filmsframleiðaranum, Harvey Weinstein, um kynsligan harðskap, fekk ein veruligan kavabólt á rull. Síðan ákærurnar um Weinstein sóu dagsins ljós, eru alsamt fleiri kvinnur og menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi ella harðskapi, traðkaði fram og greitt frá sínum upplivingum. Hetta var byrjanin til heimsumfatandi átakið #MeToo.

Hollywood hevur ikki bert trupulleikar við kynsligum ágangi. Filmsverðin er eisini ofta blivin løgd undir at vera diskriminerandi kynjana millum tá tað kemur til lønarviðurskifti. Harafturat hevur tað eisini ofta verið víst á, at umboðanin av fólki við ymiskum uppruna er sera vánalig. Bæði 2015 og 2016 var, til dømis, ikki ein einasti myrkur persónur tilnevndur til nakra av teimum fýra høvuðsvirðislønum til Oscars-virðislønahandanina. Hetta elvdi til nógvan kritikk og miðlaumrøðu, og burturúr hesum spurdist hashtaggið #OscarsSoWhite.

Í kvøld er líkt til at stjørnurnar vilja viðgerða teir mongu trupulleikarnir, ið Hollywood hevur. Tey mongu mótahúsini, ið hvørt ár hjálpa filmsstjørnunum, við klæðunum tey fara í til handanirnar, siga, at har er stórur eftirspurningur eftir svørtum klæðum í ár. Filmsleikarar- og skaparar, hava, eftir øllum at døma, nógv álvarsmál tey vilja seta á breddan. Serliga eru tað mongu álvarsligu dømini um kynsligan ágang í Hollywood, ið stjørnurnar vilja viðgera.

Fyri stuttum síðani settu ein stórur bólkur av kvinnuligum leikarum felagsskapin "Time's Up" á stovn. Felagsskapurin skal virka fyri, at veita hjálp, fígging og ráðgeving til fólk, ið hava verið fyri kynsligum ágangi innan filmsheimin. Felagsskapurin bleiv stovnaður sum avleiðing av #MeToo átakinum.
 


Meira langlesnaður