Altjóða sálarheilsudagur 10. oktober

Altjóða sálarheilsudagur 10. oktober

2017-10-04 09:01 Author image
Innsent

Týsdagin 10. Oktober verður Altjóða Sálarheilsudagurin hátíðarhildin í Öström í Tórshavn. Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum verður hildið kring allan heim 10. Oktober á hvørjum ári.

Í ár verður konseptið tó eitt sindur øðrvísi. Í ár er tað ikki bara Sinnisbati, sum stendur fyri degnum, men fleiri feløg og stovnar sum arbeiða innan sálarheilsu, sum eru farin saman um at skipa dagin. Tí strekkir tiltakið seg yvir ein heilan dag, har fleiri upplegg um sálarheilsu, fyribyrging og arbeiðsumhvørvi verða at hoyra. Har verður tónleikur, teknikapping fyri børnum og básar, har fleiri feløg og stovnar kunna um teirra arbeiði, har høvi er hjá almenninginum fáa kunning og seta spurningar.

Vit eru nógvir aktørar á økinum, sum arbeiða sálarheilsufremjandi, fyribyrgjandi, við sjúklingum, avvarðandi, við recovery og við viðgerðum, og tí er tað nattúrligt at savna stovnar og feløg á økinum ein sovorðnan dag, so vit eisini vita av hvørjum øðrum og føroyingar vita av okkum, og síggja hvar tey kunnu veita sær kunning, vegleiðing og hjálp, um tørvur er á tí. Í ár verður eisini fyrsta ”Ársins sálarheilsuvirðisløn handað”.

Feløg og stovnar sum eru við á hendan dagin eru: psykiatriska depilin, Almannaverkið, Fountainhúsið, Reyða Krossur, Gigni, Heilsurøktarafelagið, Dugni, Fólkaheilsuráðið, Blái Krossur og Sinnisbati.

Opið á psykiatriska deplinum
Upphiting til 10. Oktober verður mánadagin 9. oktober 2017

Kl. 19:00: Opið á psykiatriska deplinum:

Stað: P40, Eirargarður 17, Tórshavn

Kl. 19:30: Framløga v/ Ole Wich, myndlistafólk “Ljóð, litir og bati” (á donskum): Forskning viser at helse og helbredelse fremmes, når akustik og de visuelle miljøer på de psykatriske afdelinger forbedres. Foredraget om P40 handler om de overvejelser og forbedringer, der er foretaget gennem det sidste år og der vises billeder af renoveringen.

Stað: Eirargarður 19, Tórshavn


Skrá fyri týsdagin 10.10.17
Kl. 13:00: Dyrnar lata upp á Öström.

Kl. 13:50: Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata bjóðar vælkomin.

Kl. 14:00: ”Hvat er ABC fyri sálarliga heilsu?”: Greitt verður frá hvat sálarlig heilsa er, og hvussu vit kunnu styrkja og røkja okkara sálarligu heilsu v/ Moniku Mohr, verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum.

Kl. 14:30: Recovery spæla nøkur løg.

Kl. 14:45: Møguleikar á arbeiðsplássum fyri at rúma fólki við avbjóðingum v/ Jákup Mørk, fíggjarleiðari, Reyni Service, ársins rúmligi arbeiðsgevari 2017.

Kl. 15:15: Flóvin Viderø spælir nøkur løg.

Kl. 15:30: “Hvussu stóran part av sálarligari betran skyldast heilsuverkinum og psykiatriskum tilboðum – hvussu nógv skyldast øðrum faktorum so sum sosialt netverk og arbeiðsviðurskifti?“ v/ Suni Poulsen, sálarfrøðingur.

Kl. 16:00: ”Leitanin eftir at vera”: Gongdin at koma úr tunglyndi, at einki kunna, og síðani spakuliga arbeiða seg fram ímóti at virka í dagligdegnum og liva við sárinum v/ Katarinu Nolsøe.

Kl. 16:15: Døgg Nónsgjógv spælir nøkur løg

Kl. 16:30: Fountainhúsið, arbeiðsrættað tilboð til fólki við sosialum og sálarligum avbjóðingum: “Eitt virkið lív” - Sigursól Margrethardóttur sigur sína søgu.

Kl. 17:00: Steðgur + kaffi + básar.

Kl. 17:30: “Hví skal sálarheilsa á tímatalvuna?”
Ongantíð áður hava vit lagt størri dent á trivnað í skúlum og stovnum. Kortini økist parturin av børnum og ungum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Í upplegginum víðkar Gitte um trivnaðarhugtakið og vísir á, hvat skúlar og stovnar skulu arbeiða miðvíst við fyri betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum og á hendan hátt fyribyrgja, at tey fáa sálarligar trupulleikar. v/ Gitte Klein, útbúgvin lærari og Master í Positivari sálarfrøði.

Kl. 18:00: Rebekka Petersen og Líggjas Olsen spæla nøkur løg.

Kl. 18:15: Ársins Sálarheilsuvirðisløn verður handað (Sinnisbati).

Kl. 20:00: Takk fyri hesuferð - síggjast í 2018!

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 13, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Feløg og stovnar, sum hava hug at hava ein bás hendan dagin, eru vælkomin at seta seg í samband við Lauru Apol, aðalskrivara í Sinnisbati við at ringja á 597913 ella við at skriva til laura.apol@sinnisbati.fo. At hava bás er ókeypis.

 

Meira langlesnaður