Álopsmaðurin í Las Vegas var ókendur av løgregluni

Álopsmaðurin í Las Vegas var ókendur av løgregluni

2017-10-03 10:48 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Klokkan tíggju um kvøldið, lokala tíð, í býnum Las Vegas í USA, regnaði tað við skotum yvir eina stóra konsertfjøld. Ein country-festivalur varð hildin á kendu høvuðsgøtuni í Las Vegas, the Strip. Eini 22,000 fólk vóru til konsertina.

Skotini komu frá 32. hædd av hotellinum, Mandalay Bay Resorts, ið lá beint við síðuna av festivalinum. Skotið var við einum automatvápni, sera nógv fólk blivu særd ella dripin av skotunum. Talið hevur verið støðugt hækkandi, síðan tíðindini um álopið spreiddu seg. Nú liggur talið av deyðum á umleið 60 og umleið 520 fólk eru særd. Sostatt er hetta skotálopið tað deyðiligasta í nýggjari amerikanskari søgu. Tað skrivar CNN.

Álopsmaðurin var funnin deyður á kamarinum, tá løgreglan fann fram til hann. Á kamarinum vóru funnin 23 skotvápn av ymsum slag.

Álopsmaðurin eitur Stephen Paddock, og var púra ókendur av amerikansku løgregluni. Dagin eftir álopið var húsið hjá Paddock rannsakað, men umframt fleiri skotvápn og nakað av lóðri, var har onki ið kundi benda á eina orsøk til álopið. Paddock var 64 ára gamal og pensjoneraður grannskoðari. Hann hevði ongi børn, var ikki virkin í politiskum ella átrúnaðarligum rørslum og var kendur sum ein friðarligur maður.

Yvirsheriffurin í økinum, Joe Lombardo, sigur í einum tíðindafundi, at hann ikki dugdi at síggja hvussu eitt slíkt álop kundi verið fyribyrgt.

Meira langlesnaður