Almenningurin slapp at síggja lestraríbúðirnar á Finsen

Myndir: L. Láadal

Almenningurin slapp at síggja lestraríbúðirnar á Finsen

2017-11-03 15:47 Author image
Leif Láadal

Í dag var hátíðarhald í sambandi við at guli kommunuskúlin í miðbýnum í Havn er liðugt umvældur. Nú eitur bygningurin Finsen og húsar 33 størri og smærri lestraríbúðum.

Í stóra bygninginum eru 20 eittrúmsíbúðir millum 30 og 53 fermetrar, 11 tveyrúmsíbúðir uppá millum 56 og 65 fermetrar og tvær fýrarúmsíbúðir upp á 102 fermetrar.

Leiguprísirnir liggja millum 3.300 krónur og 8.400 krónur um mánaðin - tað er við orkunýtslu og interneti.

Tær fyrstu íbúðirnar verða klárar at flyta inn í undan jólum og hinar um miðjan januar.

Fyri at kunna búgva á Finsen, skal ein vera fyltur 20 ár og kunna prógva, at viðkomandi antin er í gongd við útbúgving, sum er góðkend til at geva lestrarstuðul, ella er lærlingur við lærlingaløn.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður