Aligatorar lata seg frysta fastan í ísinum

Aligatorar lata seg frysta fastan í ísinum

2018-01-11 12:43 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað er ein heilt óvanligur kuldi, ið herjar á í USA í løtuni. Tíðindi hava borist um heimleys í stórum vanda, órógvaðari ferðslu, stongdum skúlum og frystum hávum, ið skola á land. 

Í statinum North Carolina finst nógv mýrilendi. Her halda m.a. aligatorar til. Hóast kuldin hevur verið ógvusligast longur norðanfyri í landinum, so hevur hann eisini herja á í suðurstatunum, sum North Carolina og Florida.

Í mýrilendinum í North Carolina er vatnið byrja at frysta. Og tað sum er áhugavert er, at fleiri av aligatorunum, ið halda til í vatninum, hava stungið ovasta partin av kjaftinum ígjøgnum vatnið, beint áðrenn tað frystir, og sita sostatt fastir í ísinum. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar

Hetta er ein snilda, so aligatorarnir kunnu halda seg á lívi. Við evsta partinum av kjaftinum uppiyvir ísinum fáa teir nevniliga andað. Aligatorar eru djór við køldum blóði, og kunnu stýra sínum kropshita eftir umstøðunum. Í kalda vatninum lækkar kropshitin, og stoffskiftið hjá aligatorunum minkar eisini. Hetta er teirra máti at leggjast í dvala. Teir kunnu sostatt hanga fastir í ísinum í nakrar dagar - allarhelst, til ísurin byrjar at bráðna aftur.

Sambært djóraansarunum í mýrilendinum, vita aligatorarnir instinktivt nær teir skulu koyra kjaftin uppum vatnskorpuna, so teir náa tað beint áðrenn vatnið frystir.


Meira langlesnaður