Ákærur í hópatali móti filmsframleiðaranum Peter Aalbæk

Ákærur í hópatali móti filmsframleiðaranum Peter Aalbæk

2017-11-11 11:19 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Peter Aalbæk Jensen er ein danskur filmsframleiðari og stovnari av filmsfelagnum, Zentropa. 
Hann er ein kendur maður innan donsku filmsverðina og hevur sostatt eisini nógv vald og nógva ávirkan.

Fyri nøkrum vikum síðani kunngjørdi amerikanska blaðið, The New York Times, nakrar samrøður við ymsar kvinnur, ið allar ákærdu amerikanska filmsframleiðaran, Harvey Weinstein, fyri kynsligan ágang og harðskap. Hesar samrøðurnar prikaðu hol á eina ovurstóra bløðru í altjóða miðla- og filmsheiminum, og stutt eftir komu fólk úr øllum síðum og fortaldu sínar søgur um kynsligan ágang ella harskap. Tað var bæði úr filmsheiminum, politikki ella miðlaheiminum.

Hetta var byrjanin uppá hashtaggið #Metoo, ið fekk enn fleiri fólk at varpa ljós á, hvussu vanligur, álvarsligur og umfatandi ein trupulleiki tað er við kynsligum ágangi.

Og síðan tær fyrstu ákærurnar blivu lagdar fram móti Harvey Weinstein, eru nógvir røddir eisini traðkaðar fram, móti danska filmsframleiðaranum, Peter Aalbæk.
Danska blaðið, Politiken, kunngjørdi í gjárkvøldið samrøður við níggju ymsar kvinnur, ið allar høvdu arbeitt í styttri ella longri tíðarskeið við Peter Aalbæk á filmsfelagnum, Zentropa.

Har verður greitt frá einum leiðsluhátti, har tað var vanligt at blíva lagdur á knæðið at blíva flongdur. Har fólk blivu eggjaði til at fara á pallin til jólaborðhald og vinna pengar afturfyri. Eisini vóru kappingar um hvør hevði tey longstu kynshárini.
At blíva biðin at svimja nakin saman við Peter Aalbæk ella hinum stovnarinum av Zentropa, Lars von Trier, var ei heldur óhoyrt.

Tær kvinnurnar ið hava fortalt um sínar upplivingar siga millum annað, at tað kennist sum, at minnast aftur á eitt sjúkt parlag. Tað var ikki í lagi at siga frá, antin bleiv man skírdur at vera snerputur, keðiligur. Ein kvinna fortelur, at hon bleiv søgd úr starvi, fyri at ikki vilja svimja nakin.

Hetta hevur havt nakrar fylgjur fyri Peter Aalbæk Jensen. Millum annað hevur svenska felagið ið stuðlar filmsframleiðslu, Film i Väst, kunngjørt, at tey ikki longur vilja stuðla filmum, ið Peter Aalbæk hevur arbeitt við.
Leiðslan í Zentropa hevur eisini fundast og komin fram til, at fleingingar skulu ikki longur vera ein partur av arbeiðsháttinum í í Zentropa.


Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður