Starvslýsing

Vil tú standa á odda fyri Føroya størsta sjálvbodna felagsskapi á sosiala økinum, har virðing fyri hvørjum einstøkum er i hásæti.

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya er leyst at søkja.


Starvið:

Vit kunnu bjóða eitt spennandi og áhugavert starv. Tú kemur  at hava ábyrgdina av øllum virkseminum í felagsskapinum. Virksemið er nógv økt  síðstu árini og økist framyvir og krevur hetta tí, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, uttan at missa yvirlitið.

Góðir møguleikar eru fyri persónligari og fakligari menning i starvinum.


Sum aðalskrivari kemur tú m.a. at hava ábyrgdina av:

- At tryggja tað neyðugu leiðsluna, so avgerðir hjá landsnevndini verða framdar i verki

- Landsarbeiðinum hjá felagsskapinum, hetta umfatar allar stovnar og alt felagsarbeiði

- Øllum starvsfólkunum, løntum sum óløntum, í felagsskapinum og at tryggja trivnaðin og menningini  í arbeiðinum.

- økja um inntøkurnar

- at hava  samband við lokalfeløg og BKU, ov seta á stovn nýggj lokalfeløg.

- at skipa fyri  verkætlanum um fyribyrgjan av rúsevnum og misnýtslu.

- at skipa fyri tiltøkum á stevnum og festivalum.

- samráðingum, samskiftinum og kunningini við myndugleikar og onnur áhugaði um arbeiði hjá Bláa Krossi.

- altjóða samstarvi við millum annað International Federation of the Blue Cross.


Førleikar/Eginleikar:

- Tú hevur viðkomandi útbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir.

- Tú ert álitisvekjandi, álítandi, fyrikomandi og hevur leiðslu og samstarvsevnir.

- Tú hevur góð leiðaraevni, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti.

- Tú ert sjónlig/ur og nærverandi og megnar at hava heildaryvirlit.

- Tú ert fyrikomandi, týðilig/ur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum.

- Tú er ikki bangin fyri at taka stig til nýggj tiltøk og brúka hugflogið

- Tú ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting.

- Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt

- Tú kanst tosa og skriva skandinaviskt og enskt

- Tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini og kristna grundarlagnum hjá felagsskapinum


Løn/setanartreytir:

Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit roknað við at tú kanst byrja í starvinum í seinasta lagi 1. Apríl ella eftir nærri avtalu.

Lønin verður ásett samb. avtalu.

Meira fæst at vitað um starvið við at venda sær til Sverra Steinhólm, formann, á tlf 210773 ella á teldupostinum sverris@ls.fo

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Bláa Kross Føroya, Heiðavegur 32, 600 Saltangará. Viðmerk á brævbjálpan “umsókn” ella umvegis teldupost til blakross@blakross.fo

Umsóknarfreistin er 27. februar 2017 .

Blái Krossur ynskir at hjálpa menniskjum,  ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.

Vit vilja eisini hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.

Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.

Vit vilja arbeiða fyri tilboðum til ung við trupulleikum av rúsevnum og rúsdrekka.

Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum

Kunning um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya finnist á http://www.blakross.fo