Aðalverkfall í Katalonia

Mynd: epa.eu

Aðalverkfall í Katalonia

2017-10-03 09:03 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Sunnudagin 1. oktober fóru katalanar á fólkaatkvøðu, at avgerða, um katalonia skuldi loysa frá Spania. Spanska stjórnin hevði, síðan avgerðin um fólkaatkvøðuna var tikin, roynt at forða fyri at fólkaatkvøðan fór fram. Sambært teimum var fólkaatkvøðan ólóglig.
Tískil sendi spanska stjórnin sunnudagin hundraðtals bardagaklæddar løgreglumenn til Katalonia, at forða fyri at fólkaatkvøðan fór fram. Støðan gjørdist harðlig, og hundraðtals fólk eru særd eftir at vera blivin skumpaði og hálaði út av valstøðum ella skotin við gummibyrsum.

Hóast ruðuleikan sum hetta skapti, megnaðu 2,2 milliónir av katalanum at fara á val, og eini 90% av teimum atkvøddu fyri loysing frá Spania. 

Nú hava fakfeløg og mong almenn arbeiðspláss í Katalonia boðað frá aðalverkfalli, fyri at mótmæla harðrenda framferðarháttinum hjá sponsku stjórnini. Tað skrivar BBC. Almenna flutningskervið, klinikkir, universitet, skúlar, listasøvn - enntá fótbóltsliðið Barcelona - eru millum tey, ið fara í verkfall. Hetta kann hava við sær, at stórur partur av Katalonia fer at liggja lamin. 
Ikki er greitt hvussu leingi verkfallið fer at halda á.

Meira langlesnaður