400.000 kr til

Mynd: torshavn.fo

400.000 kr til "Nýtt Sjósavn"

2017-04-23 11:49 Author image
Dimma

Herfyri vendi Føroya Sjósavn sær til Tórshavnar kommunu við umsókn um eina eykajáttan til eina stóra verkætlan, sum hevur fingið heitið "Nýtt Sjósavn". Ætlanin er at byggja nýtt sjósavn á Argjum ístaðin fyri tað verandi í gamla íshúsinum.
Heimasíðan hjá Tórshavnar kommu skrivar, at Føroya Sjósavn legði fram útrokningar, skitsur og modell fyri býráðslimum og teknisku leiðsluni, og somuleiðis vórðu áhugabólkar og mentanarnevnd løgtingsins kunnað um málið. 
Sjósavnið sigur í umsóknini, at hugskotið er væl móttikið av øllum pørtum. Nú skal framleiðast tilfar til at kunna ymsar grunnar við tí fyri eyga at søkja um fíggjarligan stuðul til verkætlanina.
Rættiliga stórt arbeiði skal gerast, sum umfatar útrokningar, tekningar, modell, kunnandi tilfar og neyðugar akvariutøkniligar kanningar, umframt at neyðug loyvi skulu útvegast. Tað er til hetta arbeiðið, søkt verður um eina eykajáttan fyri 2017 uppá 400.000 kr.
- Ein grunnur eigur Føroya Sjósavn, men Tórshavnar kommuna letur stuðul uppá 600.000 kr árliga til rakstur. Vit ynskja nú at fara eitt stig víðari við at menna Sjósavnið, og tí avgjørdi meirilutin í fíggjarnevndini at játta 400.000 kr eyka til verkætlanina, sigur Annika Olsen, borgarstjóri. 


Kelda og lesið meira HER

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður