3D-prentað hús verður bygt í Keypmannahavn

Mynd: 3dprinthuset.dk

3D-prentað hús verður bygt í Keypmannahavn

2017-09-12 11:26 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað er ikki tað fyrsta húsið í heiminum, sum er bygt við 3D-prentara, sum nú verður bygt á Norðhavnini í Keypmannahavn. Seinastu árini eru fleiri hús blivin bygd á hendan hátt. 
Hetta er tó fyrsta hús ið verður bygt við 3D-prentara, ið eisini livir upp til byggireglur hjá ES. Tað skrivar DR.

Húsið ið verður bygt, er ein lítil kontórbygningur úti á Norðhavnini í Keypmannahavn. Húsið er arkitektteknað og hevur ongar beinar linjur, umframt hurðar og vindeygu. Sambært arkitektinum, Martin Tamke, eru nógvir fyrimunir við 3D-prenti, serliga tá tað snýr seg um at sniðgeva heldur serlig hús. Við 3D prenti skal betongi hvørki formast ella skerast áðrenn. Av tí sama fer eisini minni til spillis og ger tað meira burðardygt, umframt at tað gevur rúmd fyri at sniðgeva øðrvísi enn tað siðbundna.

Hóast 3D-prent kann opna nógvar hurðar innanfyri byggivinnuna, so metir Martin Tamke, at har enn eru avbjóðingar fyri framman. Enn er tað dýrari at nýta 3D-prent tøknina, enn at byggja vanligt. Martin Tamke heldur tí, at tað vera tær, heldur serligu, byggiverkætlanirnar har 3D-prent fer at vera ein fyrimunur, sum nú er.
Hann vísir eisini á, at hendan verkætlanin er sera týdningamikil, tí at hon livir upp til ES-krøv. Higartil eru fleiri hús blivin bygd á hendan hátt, uttan at atlit verður tikið til lógarkravda dygd. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður