24 ára gamal aliarvingur ríkasti norðmaður

Mynd: Instagram

24 ára gamal aliarvingur ríkasti norðmaður

2017-10-27 11:06 Author image
Leif Láadal

Norsku skattalistarnir blivu almannakunngjørdir í morgun. Ríkastur í Norra í løtuni - tá altso hugt verður at tølum frá norska skattavaldinum - er 24 ára gamli Gustav Magnar Witzøe, sum er arvingur til stóru alifyritøkuna Salmar. Sambært skattalistanum eigur hann persónlig virðir, eftir at tey vórðu skattað í 2016, fyri 11,14 milliardir norskar krónur. NRK skrivar á heimasíðu síni, at virðini hjá Gustav Magnar Witzøe eru vaksin 1,3 milliard í mun til í fjør, tá hann var nærstríkasti persónur í Norra í mun til hetta slag av uppgerð. Næstríkasti í Norra á skattalistanum í ár er Kjell Inge Røkke, reiðari, við persónligum skattaskyldugum ognum fyri 11 milliardir norskar krónur.

Í Føroyum er Kjell Inge Røkke kanska best kendur fyri sítt samstarv á sinni við reiðara í Klaksvík, men Salmar-fyritøkan var eisini aktiv í Føroyum eitt tíðarskeið. Hon átti nógv partabrøv í Bakkafrost, og hevði ætlanir um at keypa ein stóran part av felagnum. Tað hevði við sær, at man frá politiskari síðu tók stig til, at ein einstakur útlendingur (ella eitt einstakt útlendsk felag) ikki kann eina meira enn eitt vist í føroyskari alifyritøku.


Við at trýsta á leinkið niðanfyri, sæst ein listi yvir 100 tey ríkastu fólkini í Norra, tá gjørt verður upp út frá skattaskyldugum persónligum ognum (niðast í greinini)


Kelda og lesið meira HER

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður