22 ára gamal maður skuldsettur fyri spreinging í Malmø

22 ára gamal maður skuldsettur fyri spreinging í Malmø

2017-12-30 10:50 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Eingin persónsskaði hendi, tá ein løgreglubilur, ið stóð parkeraður, í svenska býnum Malmø, sprongdist í luftina í gjárkvøldi. Spreingingin skapti tó ein stóran hvøkk í økinum og gjørdi nakað av materiellum skaða.

Løgreglan í Malmø handtók tveir menn í samband við spreingingina, ein 22 ára gamlan og ein 26 ára gamlan. Tann 26 ára gamli er nú blivin leyslatin av løgregluni, men tann 22 er blivin skuldsettur fyri at hava staðið fyri spreingingini og fyri alvandasamt herverk. 

Meira langlesnaður