13 sjálvstøðug kór og stórt felagskór

13 sjálvstøðug kór og stórt felagskór

2017-04-28 11:43 Author image
Dimma

Heili 13 kór og stórt felagskór fara at mynda Kórfestivalin í ár, sum verður í Norðurlandahúsinum leygardagin. Talan er um eitt jubileumsár hjá føroyskum kórsangi, tí í ár eru 50 ár liðin, síðani fyrsta kórstevnan varð hildin í Føroyum. Eins og tvey tey seinastu árini verður aftur í ár talan um eina kapping millum kórini, eins og eitt stórt felagskór undir leiðslu av Tóru Vestergaard fer at undirhalda áhoyrarunum, sum koma í Norðurlandahúsið leygardagin.
- Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Fyri tveimum árum síðani luttóku 8 kór, í fjør 11 kór, og í ár er talið komið upp á higartil 13 tilmeldaði kór. Talan er um Tórshavnar Manskór, Tarira, Fuglafjarðar Sangkór, Gøtu Kirkjukór, Eystanljóð, Havnarkórið, Morgunkórið, Xperiment, Kamarkórið, Glymur, Vestmanna Sangkór, Kristiliga Sangkórið og Flóð, upplýsir Kórsambandið.
Felagskórið fer at framføra verkið “Heystforsøgn”, sum Kórsamband Føroya hevur biðið Unn Patursson skriva til høvið. Orðini eigur Lív Maria Róadóttir Jæger. Í fjør høvdu heili 180 sangarar teknað seg til felagskórið, og tað verður valla minni í ár, tá tekningarfreistin er úti 15. apríl.
Sjálv konsertin byrjar kl. 16.00 leygardagin 29. apríl í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður