12.500 pensjónistar í Føroyum um 30 ár

Mynd: Visualhunt

12.500 pensjónistar í Føroyum um 30 ár

2017-11-08 13:30 Author image
Leif Láadal

Verður pensjónsnýskipanin samtykt, so sum hon er løgd fram, hækkar almenni pensjónsaldurin við einum hálvum ári 1. januar 2015 og aftur við einum hálvum ári upp í 68 ár 1. januar 2030.

Høvuðsorsøkin til, at pensjónsaldurin hækkar, er tí at framrokningar vísa, at talið av pensjónistum fer at økjast nógv næstu 25-30 árini.

Í viðmerkingunum til pensjónsnýskipanina verður sagt, at vøksturin í tali av pensjónistum tók dik á seg í 2010, og tað stendst av, at stóra talið av fólki, sum vóru fødd tíðarskeiðið frá seinna heimsbardaga og fram til seinast í sekstiárunum, nú koma í fólkapensjónsaldurin.

- Roknað verður við, at stóri vøksturin heldur fram til umleið 2040, tá ið vøksturin brádliga hasar av í sambandi við, at tað nú koma árgangir inn, sum eru nakað færri í tali, og at stóru árgangirnir nú eru komnir til so høgan aldur, at tað av álvara fer at minka burturav teimum. Gongdin hevur við sær, at samlaða talið av fólki, ið eru 67 ár og eldri, fer at vaksa úr núverandi 7.500, upp í umleið 12.500, verður sagt í pensjónsnýskipanaruppskotinum.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað komandi 25 árini fara at koma yvir 200 pensjónistar afturat árliga, ella umleið 5000. Við at hækka pensjónsaldurin verður hetta tal eitt sindur minni.

Grafar: Almannamálaráðið

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður