Peter Pan vitjar aftur í Tindhólmi

Tiltakið ‘Við Peter Pan til Neverland’ varð kosið Ársins nýbrot 2023 av Ferðavinnufelagnum, og nú verður suksein endurtikin

Fríðmundur Nattestad
18. apríl 2024 kl. 16:45

- Tað vóru yvir 600 ferðandi við og allir túrarnir vóru útseldir eftir einari viku, afturat tí fingu vit hvønn dag fyrispurningar, um vit fóru at gera fleiri túrar, minnist Siri S. Hansen, fyriskipari, tá hon greiðir frá túrunum í fjør.

- Vit høvdu fingið Westward Ho í eitt avmarkað tíðarskeið, og kundu tí ikki gera fleiri túrar, men í ár hava vit valt at gera væl fleiri túrar, tí tað var so væl umtókt og eftirspurningurin so stórur í fjør.

Yvirskipað snúgva túrarnir seg um eina frásøgn um Peter Pan, har børnini sleppa at hitta Kaptain Hook, Smee og Peter Pan. Saman við Peter Pan skulu børnini finna Tinkerbell og skattin, og eisini vanda sær fyri Kaptain Hook og krokodilluni. Børnini sleppa at royna seg umborð og at hoyra um Dragnarnar og søgnina um Tindhólm.

- Tað er bæði spæl, søguforteljing og landalæra alt í einum, og so sleppa tey eisini at royna seg á sjónum og fáa leskiligar Peter Pannukøkur, greiðir Siri frá. Hon sigur, at fleiri børn livdu seg so mikið nógv inn í søguna, at tey vildu ikki av sluppuni aftur, tá túrurin var av.

- Eg havi eisini møtt foreldrum, sum fortelja, at børnini liva uppá túrin enn!

Túrarnir við íblástri úr filminum ‘Peter Pan & Wendy’, har Tindhólmur er karmur um Neverland, hava ment seg frá í fjør, og er ymiskt nýtt lagt afturat.

- Vit hava tó varveitt tað, sum børnini hildu vera stuttligast, men við ymiskum tillaginum, so tey, sum vóru við í fjør, allíkavæl fáa eina nýggja og øðrvísi uppliving í ár. Sum nakað nýtt vera túrar eisini gjørdir á enskum, tí tað vóru fleiri, sum eftirlýstu tað til ferðafólkini, sigur Siri.

Spurd um hetta er nakað, sum er komið fyri at vera, svarar Siri:

- Vit vilja í øllum førum fegin bjóða spennandi tiltøk til barnafamiljurnar, sum eisini eftirlýsa góðskutilfar, og vit halda, at tað er ordiliga stuttligt og gevandi at síggja øll tey fittu og glaðu børnini, sum úrslit av okkara tiltaki. So hvør veit, um hetta verður nakað, vit fara at gera á hvørjum sumri við ymiskum tillaginum.

Tiltakið "Við Peter Pan til Neverland" verður í døgunum 24. juni til 7. juli við stuttligum undirhaldi, Peter Pannikøkum og møguleika at heilsa uppá leikararnar aftaná.