Løgtingsmaður ikki hava fleiri flóttafólk úr Ukraina til Føroya - sum støðan er nú

Hann heldur at tað er skeivt at taka tey til Føroyar, uttan at hava nakað at bjóða teimum - og hann sigur, at tað flokkurin hjá honum samdur í

Áki Bertholdsen
18. apríl 2024 kl. 20:47

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa fleiri flóttafólk úr Ukraina til Føroya.

Løgtingið hevur áður samtykt, ar 200 flóttafólk úr Ukraina kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Hetta markið er nú rokkið og tí vil landsstýrið hava Løgtingið at samtykkja, at 50 flóttafólk úr Ukraina kunnu koma higar aftrurat.

Nú hevur Rættarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørt málið og har taka umboðini fyri samgonguna, umboðini yri Miðflokkin, og fyri Fólkaflokkin, undir við málinum. 

Tey halda, at tað sømir seg fyri Føroyar at taka sín part av ábyrgdini av at taka ímóti flóttafólki og at hjálpa teimum, ið eru í tí vanlukkuligu støðu at noyðast at rýma frá húsi og heimi undan kríggi. 

– Hóast tað er avbjóðandi, verður hetta gjørt í samhaldfesti við tey, ið rýma undan kríggi. Í Føroyum eru vit heppin at liva í einum friðarligum og tryggum landi, og tí eiga vit eisini at gera okkara til, at onnur, ið hava tørv á tí, kunnu fáa eitt friðskjól her, siga tey. 

Men tað er Helgi Abrahamsen ikki samdur í og tí tekur hann heldur ikki undir við uppskotinum.  

Hann heldur, at tað var rætt av undanfarna landsstýri at lata 200 flóttafólk úr Ukraina kundu koma til Føroya. – Føroyar hava ikki roynt áður at tikið ímóti flóttafólkum í stórum tali, og tí var talið 200 ásett sum ein roynd, uttan at vit høvdu nakað at byggja tað á, sigur løgtingmaðurin.

Hann sigur, at sum heild hevur tað gingið væl við ukrainsku flóttafólkunum, men tað hava eisini verið nakrir trupulleikar. Eitt nú hevur tað gingið striltið at finna øllum innivist, og tað hava eisini verið aðrar trupulleikar. 

– Tað er ikki nóg mikið bara at taka ímóti flóttafólkum. Vit mugu eisini hava nakað at bjóða teimum, sigur Helgi Abrahamsen. 

– Tey skulu hava tak yvir høvdið, arbeiði, undirvísing og annað, sum tey hava tørv á, men í løtuni knípir tað við at nøkta hesar tørvirnar, sigur hann.

Tí følir hann seg ikki sannførdan um, at tað er rætt at taka ímóti fleiri flóttafólkum, sum støðan er og tí tekur hann heldur ikki undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Tá ið uppskotið var til umrøðu í Løgtinginum mælti hann beinleiðis frá at taka fleiri flóttafólk hendavegin, soleiðis sum støðan er, og hann segði, at hesum tekur Sambandsflokkurin undir við.