Hervør Sabina Á Torkilsheyggi við nýggjum pop rokk lagi

Staklagið kann nú stroymast á ymsum talgildum pallum

Fríðmundur Nattestad
18. apríl 2024 kl. 13:00

Lat tankameldur vera tankameldur. Flenn og YPPA øksl. Beint nú hevur tú einki at spekulera um.

Soleiðis skrivar plátufelagið Tutl á Faecbook, nú Hervør Sabina Á Torkilsheyggi hevur latið nýtt staklag úr hondum. Talan er um eitt lag, ið kann bólkast sum pop rokkur, og nevnist "Yppa".

Lagið kann stroymast her.

Hervør Sabina framførir í Blómuhúsinum á Toftum tann 30. apríl klokkan 20. Tað er ókeypis atgongd.