Her eru hálvfinalurnar í Champions League

Í gjárskvøldi skuldu tvey tey seinastu liðini í hálvfinalunum í Champions League finnast

Ragnar Sjúrðarson
18. apríl 2024 kl. 18:30

Í gjárskvøldi varð greitt hvørji lið komu í hálvfinalurnar av ársins Champions League.

Í München vann Bayern München 1-0 á arsenal, og samanlagda støðan gjørdist harvið 3-2 týskararnar.

Tað tók nakað longri at finna ein sigursharra í Manchester. Dysturin endaði 1-1 í vanligari leiktíð, sum eisini merkti at feløgini skuldu spæla tvær ferðir 15 minuttir afturat. Tá longda leiktíðin var liðug stóð framvegis 1-1 og tí skuldi dysturin avgerðast við brotsparkkapping, har Real Madrid endaði við at drega longra stráið.

Í hálvfinalunum av ársins útgávu av Champions League skal Borussia Dortmund spæla móti Paris Saint-Germain og Bayern München skal spæla móti Real Madrid.

Fyrra uppgerðin av hálvfinalunum verður 30. Apríl og 1. Mai.

Seinna uppgerðin verður eina viku seinni 7. og 8. Mai.

Ársins finala verður leikt á Wembley, sum fer at húsa finaluni fyri áttandu ferð.