Heilsustarvsfólk eiga ikki at hava rætt til at lata vera við at hjálpa

Tað eru ávísar ljósmøður, og onnur heilsustarvsfólk, sum ikki vilja inn til hesar sjúklingarnar, heldur ikki um kvinnan hevur tørv á pínulinnan, ella um hon bløðir, so støðan er hættislig.

Myndin er av Facebook
Diana Reynstind
18. apríl 2024 kl. 15:25

Í samband við mótmælisskriv frá ljósmøðrum vil eg hervið upplýsa at ljósmøður fremja ikki abortir! Tað er bara læknar innan serøkið gynekologi og obstetrik, sum hava tað sum ein part av sínum arbeiðsuppgávum.

Seinabortir verða framdar á føðideildini, tí tað er eitt inntriv, har kvinnan hevur tørv á hjálp, vegleiðing og pínustillandi frá ljósmøðrunum.

Orsøkirnar til at avbróta eina viðgongu aftaná viku 12 eru altíð sera álvarsligar. Oftast tí fostrið ber deyðiligt brek, men tað kann eisini vera, tá kvinnan er sjúk og ikki kann bera barnið uttan at seta sítt lív í váða. 

Mannagongdin er tá, at kvinnan fær tablettir, sum hon svølgir ella sum verða settar upp í skeiðina, sum so setir føðingina í gongd.

Tað at geva útflýggja “aborttablettirnar” kunnu vit til eitt vist skilja, at man ikki vil og tað ber væl til koma uttanum í gerandisdegnum. Um tað er akkurát hetta at bera teimum tablettirnar inn, sum nevndu ljósmøður ikki vilja, er onki til hindurs fyri at broyta núverandi mannagongd, so tað er læknin ella onkur annar arbeiðsfelagi, sum ger tað.

Tann partin sum handlar um at bjóða kvinnuni og parinum umsorgan, hjálpa undir føðing, pínulinna og troysta í tí sera tungu støðuni sum tey eru í, duga ljósmøðurnar nógv betur enn vit læknar.

Tað eru ávísar ljósmøður og onnur heilsustarvsfólk, sum ikki vilja inn til hesar sjúklingarnar, heldur ikki um kvinnan hevur tørv á pínulinnan, ella um hon bløðir, so støðan er hættislig.

Hetta eigur man ikki at hava rætt til at velja frá av átrúnaðarligum orsøkumella øðrum persónligum orsøkum. Tað er ongin annar sjúklingabólkur man sum heilsustarvsfólk hevur rætt til at velja frá at hjálpa.

Tað er ikki ein rættur, men eitt framíhjárættur at arbeiða sum heilsustarvsfólk. Velur mann at arbeiða innan heilsuverkið hevur man skyldu til at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp, uttan at mun til hví viðkomandi er komin í støðuna.

Diana Reynstind,

yvirlækni í gynekolog og obstetrik og funktiónsleiðari á barnakonueindini