Føroyar og Danmark bresta saman í bólkaspælinum

Lutakastið til EM í hondbólti hjá kvinnum hevur júst verið

Mynd: eurohandball.com
Fríðmundur Nattestad
18. apríl 2024 kl. 17:51

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skrivaði søgu fyrr í hesum mánaðinum, tá tær á fyrsta sinni spældu seg víðari til eitt EM endaspæl.

Lutakastið til bólkaspælið hevur júst verið, og tað háttaði seg soleiðis, at Føroyar og Danmark komu í bólk saman. Hini bæði liðini í bólki D eru Sveis og Kroatia:

  • Danmark

  • Sveis

  • Kroatia

  • Føroyar

EM verður spælt í Eysturríki, Sveis og Ungarn. Okkara bólkur verður spældur í Basel í Sveis. Fyrsti dystur hjá føroysku kvinnunum verður ímóti vertstjóðini, Sveis, 29. novembur.